|
OKKARA
LAND
Einar
sjálvstøðugar Føroyar fyri øll
Stevnumið Tjóðveldisfloksins 2001
Stevnan óbroytt - stevnumiðini dagførd Stevna
Tjóðveldisfloksins frá 1948 leggur fram eina greiða, tíðarleysa hugsjón og
málsetingar fyri flestu samfelagsøki í teimum frælsu Føroyum. Við
støði í stevnuni verða stevnumið floksins orðað og dagførd við jøvnum
millumbilum. Tey viðgera aktuellu politisku royndirnar og seta ítøkilig mið
hjá flokkinum í dagsins samfelag.
Føroyska tjóðin verður ikki bygd bert við politiskum avgerðum á tingi og í
landsstýri. Tjóðarbygging verður framd á øllum samfelagsøkjum, har
orðaskifti er, avgerðir verða tiknar og mál og mið verða sett fyri
framtíðina – har fólkaræðið livir.
Tjóðveldispolitikkur verður framdur í øllum samfelagsins lutum:
Tjóðveldishugsjónin:
Frælsi og ábyrgd
Tjóðarfrælsi er fortreytin fyri at tryggja okkara javnstøðu millum heimsins
tjóðir. Men tjóðarfrælsið er eitt amboð. Tað fær bert eitt veruligt
innihald, tá vit skipa eitt samfelag við frælsi og javnrættindum innanhýsis. Frælsi
er ikki at kunna gera alt, uttan fyrilit fyri øðrum. Frælsi er at hava
ábyrgd og ávirkan, at seta sær krøv og at standa til svars fyri gerðirnar
mótvegis øðrum – í øllum samfelagsins lutum. Frælsi
og ábyrgd ganga saman í eitt. Frælsi
verður ikki bert vunnið við einstøkum avgerðum á politiska pallinum. Frælsi
skal vinnast hvønn dag í samfelagslívinum. Hvør
føroyingur skal hava mest møguliga ávirkan og ábyrgd í sínum
lívsviðurskiftum sum heild, í sínum arbeiði, í sínum lokalsamfelag og í
landinum.
Fólkaræði, javnrættindi, samhaldsfesti
Føroyar skulu vera fólkaræði, har ongin einstaklingur ella serstøk stætt
eigur framíhjárætt til vald landsins ella ognir. Øll
eiga javnrættindi og javnbjóðis møguleikar í øllum samfelagsins lutum.
Hugsjón Tjóðveldisfloksins er grundað á samhaldsfesti. Hvør
føroyingur hevur ikki bert ábyrgd av sær sjálvum og sínum, men hevur ábyrgd
fyri vælferð, trivnaði og javnrættindum hjá næstanum, øllum føroyingum,
samfelagnum og heimsins tjóðum. Ikki bert hjá núverandi ættarliðum, men
eisini hjá teimum sum koma. Okkara
frælsi er treytað av frælsinum hjá næstanum. Hugburðurin um at “eins deyð er
annans breyð” leiðir at enda øll út í ófrælsi.
Samhaldsfesti kann ikki skipast við lógum, har øll krøv um samhaldsfesti
bert verða sett landinum og statinum fíggjarliga. Samhaldsfesti má grundast
í øllum samfelagsins liðum og verður tryggjað við javnbjóðis møguleikum,
vælvirkandi lokalsamfeløgum, frælsi at skipa seg í felag og við støðugt at
leggja dent á sjálvsvirðingina og eginmáttin hjá hvørjum einstøkum.
vælferð
Tjóðveldishugsjónin er, at vælferð er ikki bert ein spurningur um
peningamongd og økt tal á statsligum skipanum. Vælferð er lívsdygd og trygd
fyri, at ongin kann detta burturímillum. Vælferð er at liva við ábyrgd,
ávirkan og felags menniskjaligum virðum í lívinum.
Staturin – lóggávan, fyrisitingin og rættarskipanin – skal ikki stýra niður
í smæstu smálutir. Staturin skal ikki verða formyndari ella taka ábyrgdina
frá fólki. Staturin skal heldur ikki vera ein spjaðingar- og
útýtingarmaskina av pengum og orku, sum politikarar kappast um at krevja inn
og síðani bjóða út til ávísar samfelagsbólkar.
Lóggáva og fyrisiting skal hinvegin í øllum lutum miða eftir at leggja
grundleggjandi karmar við rættindum og skyldum, sum gera tað møguligt hjá
einstaklingum, familjum, samfelagsbólkum, lokalsamfeløgum og vinnu at menna
seg við ábyrgd og sjálvsvirðing.
Hugsjónir og dirvi
Heimurin allur stendur fyri alstórum broytingum við altjóðagerð, nýggjum
vinnugrundarlagi og nýggjum samstarvshættum millum lond og tjóðir. Hetta er
ein stór avbjóðing fyri føroysku tjóðina, har vit skulu menna egnan samleika
í heimsins meldri. Valið
stendur ímillum at lata onnur taka avgerðirnar, reka við streyminum og gera
okkum heft av valdinum hjá øðrum. Ella at velja ábyrgdina og sjálvbjargnið.
Eftir
kreppuárini undir heimastýrinum hava vit allar fortreytir at byggja okkara
sjálvstøðugu tjóð. Tað krevur hugsjónir, dirvi og miðvíst arbeiði á øllum
politiskum økjum.
Tjóðveldisflokkurin borðreiðir ikki við patentloysnum upp á allar
samfelagsspurningar, sum skulu kroystast niður yvir samfelagið. Fólkaræði
merkir støðug ávirkan frá fólkinum, har amboðini til at røkka málunum eru
fjølbroytt og liðilig.
Tjóðveldisflokkurin setir sær hesi stevnumið fyri at byggja sjálvstøðugt
land í 21. øld.
Einar rættvísari Føroyar
Stjórnarskipan
Lóggáva
Fyrisiting
Tjóðveldisflokkurin vil stovnseta føroyska tjóðveldið sum eitt fólkaræði við
egnum forseta sum ríkisovasta.
Fólkaræðið verður tryggjað við frælsari stjórnarskipan og við fólkaatkvøðum
um mál, ið hava týdning fyri sjálvræðið í landinum.
Grundlóg Føroya
Tjóðveldisflokkurin vil við fólkaatkvøðu samtykkja føroyska grundlóg, ið
ásetur stjórnarskipan Føroya, grundleggjandi rættindir og skyldur hjá øllum
íbúgvum landsins, umframt meginreglur fyri altjóða samstarvi føroyinga.
Lóggáva, rættartrygd og almenn fyrisiting Til
tess at skipa eitt livandi fólkaræði við rættartrygd eru grundleggjandi krøv
til føroyskar myndugleikar:
Hetta
verður framt við m.ø. hesum amboðum:
Samband við allan heim
Uttanríkismál
trygdar- og verjumál
Føroyingar skulu slóða egnar ræsur og taka ábyrgd í einum alt meiri
samanbundnum heimi. Vit skulu menna egnan samleika í altjóða meldrinum og
tryggja, at altjóðagerðin ikki elvir til oyðan av náttúruni, mentanarliga
upploysn og sosialt órættvísi.
Føroyar skulu menna beinleiðis samstarv við so nógvar tjóðir sum gjørligt –
mentanarliga, politiskt og búskaparliga.
Føroyar skulu leggja dent á at tryggja mannarættindi og rættindi hjá
føroysku tjóðini og øðrum smátjóðum í heiminum.
Føroyar skulu virka miðvíst fyri altjóða reglum og samstarvi um
havumhvørvisvernd og burðardygga tilfeingisnýtslu.
Uttanríkismál
Tjóðveldisflokkurin vil fremja hesi uttanríkispolitisku mál:
Føroyar skulu virka fyri:
Millumtjóðasáttmálar
Tjóðveldisflokkurin er ímóti limaskapi í ES og øðrum felagsskapum, sum ikki
tryggja smátjóðum fólkaræðisliga ávirkan og vald á sínum tilfeingi og
framtíð.
Føroyar skulu saman við hinum londunum í Útnorðri miða eftir: At
økja um samstarvið í Útnorðri soleiðis, at londini í Útnorðri kunnu gerast
ein mótvekt og samstarvsfelagi hjá ES.
Trygdarmál
Føroyingar eiga sum sjálvstøðug tjóð at finna sín leiklut í verjuskipanini
og valdsjavnvágini í Norðuratlantshavi. Føroyar mugu tryggja sínum
grannalondum, at tær sjálvstøðugu Føroyar ikki eru ein hóttan fyri
trygdarpolitikkin.
Tjóðveldisflokkurin leggur dent á hesi trygdarpolitisku mál:
Oyggjar og fólk
Lands- og økisætlan
Samferðsla og samskifti
Økismenning
Samfelagsliga menningin í Føroyum er kjølfest í spjaddari búseting og
livandi lokalsamfeløgum kring landið alt, har virðini, vitanin og royndirnar
hjá forfedrunum eru borin víðari til næstu ættarliðini.
Trivnaður og mentanarlív í oyggjum og bygdum er karmurin um at menna eitt
fjølbroytt vinnulív, har lokalir myndugleikar, feløg, skúlar og vinna hava
møguleika at samstarva og leggja felags ætlanir.
Tjóðveldisflokkurin leggur dent á økismenning. Bygdir og kommunur eiga at
samstarva í økjum, so at alt landið kann mennast í rímiligari javnvág –
vinnuliga, mentanarliga og sosialt. Tað
almenna skal veita øllum borgarum sama tænastustig innan t.d. telesamskifti,
samferðslu, heilsu-, almanna- og skúlamál. Um tað almenna ikki sjálvt bjóðar
tænastuna út, men letur annan røkja tænastuna, eigur tað almenna at áleggja
hesum veitingarskyldu, soleiðis at tænastan verður eins góð fyri allar
borgararnar.
Lands- og økisætlan Ein
lands- og økisætlan skal gerast fyri Føroyar, ið ásetur, hvar í landinum
ávíst virksemi eigur at leggjast – eitt nú í sambandi við oljuvinnu,
orkuverk, burturkast, landbúnaðarroyndir o.s.fr.
Eitt
fullfíggjað samferðslu- og samskiftisnet Landið
skal tryggja, at allir føroyingar hava fullfíggjaðar og nútímans samferðslu-
og samskiftis-møguleikar:
Økismenningarpolitikkur
Økismenningarpolitikkurin verður framdur eftir hesum meginreglum:
Einar javnari Føroyar
Almanna- og heilsumál
Arbeiðsmarknaður
Pensiónsskipan
Íbúðarmál
Trivnaðarpolitikkur Tjóðveldisfloksins byggir á, at vælferð er at hava
grundleggjandi rættindi til at liva eitt gott lív við sjálvsvirðing, har øll
hava mest møguliga ávirkan á egnar lívsumstøður. Vit
skulu skipa okkara egnu vælferðarskipan í Føroyum, sum byggir á veruligt
samhaldsfesti og okkara royndir sum lítil tjóð. Vit skulu hava
samhaldsfastar trivnaðarskipanir, har vit øll eftir orku gjalda í felag.
Lógarverkið á trivnaðarøkinum skal miðvíst endurskoðast. Hetta til tess at
sleppa undan ógjøgnumskygdum skipanum og at fáa samsvar millum lóggávu og
umsiting.
Almanna- og heilsuøkið samskipast
Almenni trivnaðarpolitikkurin skal samskipa almanna- og heilsutænastu og
skal leggja dent á fýra meginreglur:
Barnansing, eldrarøkt, umlætting og primér heilsutænasta skulu samskipast í
økjunum til tess at veita heildargóðar trivnaðarloysnir. Íløgur
á eldraøkinum eiga at verða raðfestar høgt hjá kommunum og landi. Eldri og
óhjálpin skulu ikki noyðast at flyta burtur úr tí umhvørvi, tey áður hava
búleikast í. Miðast skal eftir at byggja smærri eindir (sambýli) í
nærumhvørvinum. Mest
møguligt av vanligari sjúkraviðgerð eigur at fara fram í Føroyum við
samskipan millum tey trý sjúkrahúsini og kommunulæknaskipanina. Har
føroyska sjúkrahúsverkið ikki hevur neyðugan førleika, verða avtalur gjørdar
við útlendsk sjúkrahús. Har føroysk sjúkrahús hava orku og førleika, kunnu
hesi bjóða seg fram mótvegis útlondum.
Almenn forsorg
Endamálið við hjálparráðum er at aktivera og stuðla til sjálvbjargni. Talan
skal vera um grundleggjandi og nøktandi hjálp hjá teimum, sum av sjúku,
breki, óhappi, vinnuloysi ella elli hava tørv á tí. Eitt
meginendamál er, at almenna forsorgarskipanin ikki virkar ”klientgerandi”
fyri brúkaran. Tað almenna skal vera eitt trygdarnet, sum grundleggjandi
hevur til uppgávu at stuðla fólki til at koma úr eini sosialt ringari støðu.
Sleppast eigur undan hugtakinum “sosial pensión”, har fólk verða sett til
varandi pensiónsveitingar av sosialum orsøkum. Størri
dentur verður lagdur á at útvega fólki við skerdum arbeiðsevnum útbúgvingar
og/ella arbeiðsmøguleikar.
Almannaverkið saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum hevur ábyrgd av at
tryggja fólki við sosialum tørvi tilknýti til arbeiðsmarknaðin
Lógarverkið á barnaforsorgarøkinum skal endurskoðast við tí endamáli at
styrkja fakligu orkuna í barnaverndarmálum.
Fólk við serligum tørvi Øll
børn við serligum tørvi eiga at fáa nøktandi undirvísingartilboð í
nærumhvørvinum, um tey ynskja tað.
Sernámsdepilin verður endurskoðaður og samskipaður við almannaverkið og
stuðulssfólkaskipanina til tess at veita fullgóð tilboð. Tað
almenna eigur at ganga undan við møguleikum hjá fólki við serligum tørvi at
gerast partur av arbeiðsmarknaðinum.
Íbúðartørvurin hjá fólki við serligum tørvi verður at loysa við raðfestari
íløguætlan komandi árini.
Trivnaður á arbeiðsmarknaðinum
Tjóðveldisflokkurin virkar fyri, at arbeiðsmarknaðurin átekur sær størri
sosialar skyldur, meðan almennu skipanirnar veita grundleggjandi sosiala
trygd.
Samráðingar verða tiknar upp við fakfeløg og vinnufeløg til tess at gera
eitt greitt býti millum uppgávur hjá arbeiðsmarknaðinum og almennu
skipanirnar.
Partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga við sáttmálasamráðingum at tryggja:
Barsilsskipan skal fevna um allar kvinnur og menn á arbeiðsmarknaðinum.
Eftirlønarskipan
Tjóðveldisflokkurin arbeiðir fyri eini varandi heildarloysn á
pensiónsøkinum.
Framtíðar pensiónsskipanin eigur at byggja á tvær súlur:
Ein
tillagingarlykil verður gjørdur, so tey, sum hava eina lægri skipan á
arbeiðsmarknaðinum, fáa meira burtur úr samhaldsfasta pensiónsgrunninum.
Tey, sum ikki hava havt møguleika fyri eini pensión á arbeiðsmarknaðinum,
fáa hægsta gjald úr samhaldsfasta pensiónsgrunninum.
Íbúðarpolitikkur
Tjóðveldisflokkurin virkar fyri, at allir føroyingar hava rætt til egnan
bústað ella býli.
Tjóðveldisflokkurin virkar fyri, at kommunali myndugleikin hevur ábyrgdina
av heimleysum.
Tjóðveldisflokkurin stuðlar leiklutinum hjá íbúðargrunnum sum stigtakarar og
fíggjarar til alternativa íbúðabygging í samstarvi við land, kommunur,
íbúðarsamtøk o.t.
Einar skapandi Føroyar
Mentamál og list
Barna- og ungdómspolitikkur
Eldrapolitikkur
Mentanin er sjálvt grundarlagið undir tjóðini og lívinum hjá hvørjum
einstøkum. Mentan er at skapa, endurnýggja og viðgera felags virði í
samskifti millum menniskju. Mentan er at skapa samleika og amboð at fata
okkum sjálv, okkara lív, okkara søgu og samfelag og heimin kring okkum.
Mentan er at ala tey virði, sum geva okkum meining.
Føroyskt mál og føroysk mentan hevur ment seg við miðvísum stríði og fótað
sær mótvegis øllum forsagnum í nútímans samfelagnum. Í dag standa nýggjar
avbjóðingar fyri framman, har vitanar- og kunningarsamfelagið er veruleiki,
og føroyingar skulu virka sjálvstøðugt í altjóða samstarvi.
Tjóðveldisflokkurin vil reka ein miðvísan mentanarpolitikk, ið leggur dent
á:
Livandi mentan í gerandisdegnum
Vælvirkandi lokalsamfeløg eru grundarlagið fyri livandi mentan. Arbeiði og
frítíð skulu kunna sampakka, og karmar skulu vera fyri felags virksemi. At
fara í fjørðin, bø og haga, og gera annað innløguarbeiði eru rættindi, sum
øllum skal standa í boði. Felagslív, ítróttur, trúarlív, kvøldskúlar o.a.
eru somuleiðis grundarlag undir mentanararbeiðinum í gerandisdegnum.
Landspolitiskt stuðla hesi mál mentanarlívinum á staðnum:
Mentanarstovnar, lista- og mentanararbeiði
Umstøðurnar fyri bókaútgávu, føroyskt kunningartøknistilfar, mentanarstovnar
og listafólk skulu betrast munandi.
Tjóðveldisflokkurin vil fremja hesi ítøkiligu tiltøk:
Barna- og ungdómspolitikkur Børn
og ung hava rættindi til mentanarlig tilboð, ávirkan og aktiva luttøku í
samfelagnum.
Tjóðveldisflokkurin virkar fyri:
Javnstøða
Tjóðveldisflokkurin vil tryggja javnstøðu og javnrættindi millum menn og
kvinnur. Neyðugt er við serligum tiltøkum og átøkum til tess at betra um
javnstøðu og javnbjóðis luttøku í politikki og almennum álitisstørvum. Ein
neyðug fortreyt fyri javnstøðu er ein virkin sosial- og familjupolitikkur
við denti á nøktandi tilboð um barnaansing og eldrarøkt.
Eldrapolitikkur Eldri
hava rættindi til eitt virkið samfelagslív og eitt virðiligt skifti frá
fulltíðar arbeiðslívi til eldratilveru.
Tjóðveldisflokkurin hevur m.o. hesi mál fyri eldrapolitikkin:
Útbúgving fyri øll
Skúli og samfelag
Lívslong útbúgving
Hægri lestur og gransking
Týdningarmesta tilfeingi hjá tjóðini er vitanin og førleikin hjá hvørjum
einstøkum. Vit eiga tí at seta okkum sum mál at hava millum best útbúnu fólk
í heiminum.
Tjóðveldisflokkurin virkar fyri munandi øktum íløgum í útbúgving og
gransking og miðvísari endurskoðan og samskipan av undirvísingar- og
granskingarverkinum. Hetta
verða gjørt við útbúgvingarskipan, sum er ókeypis fyri øll og við
eftirútbúgvingum og granskingarframtøkum í samstarvi millum vinnulívið og
tað almenna.
Skúli og samfelag
Skúlaverkið eigur at samskipast mest møguligt við vinnulív og almennar
stovnar.
Lívslong útbúgving
Útbúgving er ikki longur eitt avmarkað tíðarskeið á lívsleiðini, men fevnir
um alt lívið – í arbeiði sum í frítíð.
Neyðugt verður at samskipa alt útbúgvingarverkið í Føroyum í eitt
vitanarnet, so allur serkunnleiki verður fult troyttur. Samsvarandi hesum er
neyðugt er at samskipa ymsu liðirnar ― frá dagrøkt og fólkaskúla, til
gransking og eftirútbúgving.
Fólkaskúli, miðnám, hægri lestur
Skúlaverkið skal skipast í trý stig:
Ætlanin við hesum er m.a.:
Neyðugt er við grundleggjandi broytingum í fólkaskúlanum, skal hann lúka
treytirnar sum grundskúli í vitanarsamfelagnum:
Fortreytin fyri hesum er:
Skúlaverkið skal skipast í útbúgvingardeplar kring landið – har fólk í øllum
aldri fáa javnbjóðis tilboð um útbúgving og eftirútbúgving.
Hægri skúlar og gransking
Føroyingar skulu í stóran mun útbúgva seg uttanlands. Tað gevur tí einstaka
og samfelagnum vitan og íblástur at fara út í heim. Tó er
neyðugt, at føroyingar kunnu seta sær útbúgving saman úr Føroyum. Umframt at
granska og útbúgva okkum innan serføroysk viðurskifti, skulu vit skipa
partar av øðrum hægri útbúgvingum í Føroyum.
Útbúgvingarstig og gransking skulu mennast innan:
Gransking er fortreytin fyri hægri útbúgving, og vit eiga at raðfesta
gransking, har føroyskar royndir og vitan eru til taks. Til dømis eigur
gransking í kunningar- og biotøkni at mennast við støði í royndum og tørvi
hjá fiski- og alivinnuni, eins og føroysk viðurskifti eru ein vitanarkelda
til menning av samfelagsvísindunum. Tað
almenna skal fíggja eina støðisgransking til tess at tryggja, at tað ikki
bert verða privat vinnulívsáhugamál, ið koma at avgera, hvør gransking
verður framd í Føroyum.
Altjóða samstarv
Føroysk útbúgving og gransking í altjóða høpi verður ment við m.a. at:
Útbúgving til samfelagið
Tjóðveldisflokkurin virkar fyri, at skipa eitt samfelagsár – eitt broytt 10.
skúlaár - har ung fáa í boði við lestrarstuðli at fara undir eitt ár við
skiftandialmannagagnligum uppgávum:
Hetta
er liður í eini útbúgving til samfelagið, har tann einstaki fær høvi at gera
royndir og skapa sær støði at velja sína víðari lívsleið.
Náttúra og menniskja
Umhvørvismál
Framleiðsla og tøkni
Orkumál
brúkaramál
Heiminum tørvar eitt reint og mennandi umhvørvi og burðardygga troyting av
tilfeinginum. Ein víðfevndur umhvørvispolitikkur er eitt hitt týdningarmesta
málið fyri allar tjóðir at samstarva um í 21. øld. Sum
tjóð, ið er óloysiliga tengd at náttúrunnar ringrás, seta vit okkum sum mál:
Umhvørvispolitikkur
Tjóðveldisflokkurin vil styrkja almenna umhvørvispolitikkin við m.ø. hesum
tiltøkum:
Útbúgving og upplýsing Í
útbúgvingarverkinum kunnu umhvørvisvernd og burðardygd gerast sjálvstøðugar
lærugreinir , men skulu harumframt vera natúrligur partur í undirvísingini,
frá fólkaskúla til hægri lestur. Almennir granskingarstovnar og bókasøvn
skulu virka saman við útbúgvingarverkinum og vinnuni um útbúgving og
upplýsing.
Framleiðsla og tøkni Nýggj
veiði- og framleiðslutøkni, ið fær mest møguligt burtur úr tilfeinginum við
minst møguligari orkunýtslu og minst skaðiligum árini á náttúru og menniskju
skal mennast í samstarvi millum almennar granskingarstovnar og vinnuna.
Orkupolitikkur
Orkuframleiðslan í Føroyum skal ikki overva umhvørvið og skal miða eftir at
nýta varandi orkukeldur.
Brúkaramál og -umboðsmaður
Vanligi brúkarin skal hava møguleika at fáa innlit í dygd, uppruna,
umhvørvisfyrilit og reiðiligan prís á øllum vørum og tænastum.
Einar tryggari Føroyar
Búskapar- og fíggjarmál
Skatta- og avgjaldspolitikkur
Tjóðveldisflokkurin vil úr studningsbúskapinum og vil leggja karmar um ein
tryggan og sjálvberandi búskap, grundaðan á landsins egnu
framleiðsluinntøkur og fíggjaríløgur. Í
skiftistíðini, har danska heildarveitingin verður minkað burtur, verður
framhaldandi neyðugt við einum
tálmandi almennum búskapar- og fíggjarpolitikki, ið miðar eftir at leggja
upp fyri búskaparligum bakkasti og raðfestir sosialu trygdina hægst.
Búskaparlig amboð
Høvuðsmiðini í búskaparpolitikkinum eru:
Skatta- og avgjaldspolitikkur
Skatta- og avgjaldspolitikkurin skal eggja til, at tað loysir seg at arbeiða
og framleiða, og at kostnaðarstigið ikki etur reallønina upp.
Tjóðveldisflokkurin virkar fyri eini greiðari skattaskipan, sum er
progressiv – t.e. har høgar inntøkur gjalda lutfalsliga meiri enn lág- og
miðalinntøkur.
Komandi árini virkar Tjóðveldisflokkurin fyri eini varandi politiskari semju
um eina broyting í skattaskipanini, har skattatrýstið á arbeiði og
burðardygga framleiðslu skal minkast.
Fortreytin fyri at linka skattatrýstið er:
Partabrævamarknaður
Tjóðveldisflokkurin vil seta føroyskan partabrævamarknað á stovn við tí
endamáli:
Búskapargrunnur Føroya
Tjóðveldisflokkurin vil stovnseta Búskapargrunn Føroya. Grunnurin skal
grundlógarfestast sum amboð til at spara upp og umsita almennar inntøkur, ið
ikki eru varandi inntøkugrundarlag. Í
búskapargrunnin verður sett:
Ognirnar skulu umsitast og íleggjast soleiðis, at inntøkurnar gerast varandi
fyri føroysku tjóðina. Nýtsla
av rentuavkasti grunsins verður at áseta í grundlógini og skal koma øllum
føroyingum - núlivandi sum komandi - til góðar.
Sjálvberandi og fjøltáttað vinnulív
Tilfeingisumsiting og førleikamennnig
Fiskivinna, olja, landbúnaður
Alment og privat Tær
sjálvstøðugu Føroyar skulu burtur úr skipanum við politiskari stýring av
vinnuni, har studningur og fyrimunir verða latnir einstøkum vinnum og
fyritøkum, ið skulu bera øllum samfelagsbúskapinum.
Endamálið er ístaðin at skapa karmar fyri fjøltáttaðum vinnulívi, har bæði
framtøk, inntøka og fíggjarligur váði er spjaddur á fyritøkur við sunnum
rakstrargrundarlagi. Nýggir
vinnumøguleikar innan kunningartøkni, ferðavinnu og biotøkni verða mentir
við øktum íløgum í útbúgving og gransking.
Tjóðveldisflokkurin virkar fyri einum fjølbroyttum, sjálvberandi vinnulívi,
ið tekur ábyrgd av umhvørvi, arbeiðsumhvørvi, førleikamenning og trivnaði
hjá lokalsamfeløgum og arbeiðsfólki og kastar av sær til samfelagið.
Vinnupolitikkur Tjóðveldisfloksins er grundaður á:
Greiðar linjur millum alment og privat
Høvuðstáttur í vinnupolitikki Tjóðveldisfloksins er at skapa greiðar linjur
millum almennar og privatar uppgávur. Almennu trivnaðarskyldunum tørvar eitt
dynamiskt og sterkt vinnulív, sum kastar av sær til samfelagið. Vinnuni
tørvar hinvegin ein vælvirkandi almennan sektor, ið tryggjar grundarlagið
fyri at reka nútímans vinnu.
Leikluturin hjá tí almenna er at tryggja:
Leikluturin hjá vinnuni er:
Fiskivinna og stovnsrøkt
Fiskivinnupolitikur floksins hevur sum høvuðsmál, at ríkidømið í havinum
verður umsitið sum varandi grundarlag undir føroyska búskapinum. Hesin
politikkur skal vera lívfrøðiliga og búskaparliga sjálvberandi, og skal
saman við almennum reglum seta sær sjálvum høg krøv til umhvørvi, hagreiðing
og góðsku. Hetta
verður gjørt við m.ø.:
Skott og almennur fiskidagabanki
Veiðiloyvi og fiskidagar skulu ikki býtast út politiskt. Tí er neyðugt við
eini skipan, har vinnan sjálv kann
laga seg og umseta innan greiðar almennar reglur:
Onki
millumlið skal kunna hava ræði á fiskidøgum ella veiðiloyvum. Tað skal verða
knýtt til veiðifar og verða í brúki. Sama
skipan eigur at galda fyri aliloyvi
Fiskivinna og førleiki
Fiskivinnuskúlin skal útbyggjast til ein veruligan havgranskingardepil, ið
fevnir um øll lið í fiski- og alivinnu.
Kolvetnispolitikkur
Tjóðveldisflokkurin ásannar, at oljuvirksemi er avmarkað og ótrygt
grundarlag, sum kann hava nógv vandamál við sær fyri føroyska samfelagið –
búskaparliga, sosialt, mentanarliga og fyri økini í landinum.
Oljupolitikkurin hevur sum mál, at olja og oljuvirksemi skulu nýtast til
menning og bygging av tjóðini.
Tjóðveldisflokkurin vil:
Landbúnaðarpolitikkur
Føroyska jørðin skal umsitast sum eitt tilfeingi, ið er grundarlag fyri:
Neyðugt er sum skjótast at endurskoða jarðar- og landbúnaðarlóggávuna til
tess at betra umstøðurnar:
Tjóðveldisflokkurin virkar fyri, at festibøndur fáa frælsar vinnumøguleikar
og kunnu eiga síni vinnutól, og at framleiðsluskylda og útbúgvingarkrøv
verða sett. Øll
jørð eigur at verða skrásett og markað til ymsu endamálini í
landbúnaðarpolitikkinum. Á
smáplássum og útoyggjum eigur brúksrættur til jørð og lunnindi at verða
ásettur til bygdafólkið og til fólk við føstum tilknýti til bygdirnar.
Búnaðardepil, gransking og royndir
Búnaðardepilin eigur at standa fyri skráseting og meting um
landbúnaðarjørðina og eigur at gera støðugar royndir við fjølbroyttari
landbúnaðarframleiðslu, fóðurroyndum og framleiðslutøkni á fleiri plássum í
landinum. Somuleiðis eigur planlegging av vistfrøðiligari framleiðslu og
váttanir fyri dygd at verða framdar á Búnaðardeplinum. Búnaðardepilin skal
við tíðini gerast ein útbúgvingar- og granskingardepil, ið verður
samskipaður við aðra gransking og útbúgving í landinum.
Føroya Banki, Føroya Fiskavirking og Framtaksgrunnurin Føroya
Banki (Fíggingargrunnurin frá 1992), Føroya Fiskavirking og
Framtaksgrunnurin eru úrslit av politisku kreppuloysnunum, tá Føroyar vórðu
settar undir umsiting. Skattgjaldarin og serliga tey, ið vóru harðast rakt
av kreppuni, hava rindað prísin fyri loysnirnar.
Tjóðveldisflokkurin virkar fyri, at fiskiídnaðurin fer aftur undir vanligt
vinnuvirksemi. Føroya
Banki er í dag eitt týdningarmikið virði hjá landinum og fólksins ogn. Tá
farið verður undir at fáa virðini aftur fyri bankabjargingarnar eiga
treytirnar at vera:
Útbjóðingar av almennum tænastum
Útbjóðingar av almennum tænastum eru vorðnar vanligar í øllum Norðurlondum
við skiftandi úrsliti.
Tjóðveldisflokkurin leggur dent á, at heilsu-, almanna- og skúlamál eru ein
almenn uppgáva, sum skal tryggjast javnbjóðis øllum borgarum landsins.
Uppgávurnar og tænasturnar á samferðslu- og samskiftisøkinum eru somuleiðis
almenn ábyrgd, har javnbjóðis tænasta til allar borgarar skal tryggjast.
Hesar eru fyrst og fremst:
Vit skulu menna hesar landsstovnar, sum við lóg hava skyldu at tryggja tjóðini, at teknisk vitan, royndir og tænasta verður bygd upp, og at vit í felag gjalda kostnaðin. Tó kunnu hesir stovnar lata privatar vinnufyritøkur útinna uppgávur við útbjóðing á javnbjóðis kappingartreytum, treytað av, at stovnarnir hava ábyrgdina mótvegis myndugleikunum fyri, at tænastan verður framd nøktandi fyri øll. Landsverkfrøðingsstovnurin skal vera ráðgevingar- og samskipanarstovnur landsins. Arbeiðsøki er vegir, tunlar, lendingar, havnir o.a. |