OKKARA LAND
Einar sjálvstøðugar Føroyar
fyri øll
Stevna
Tjóðveldisfloksins frá 1948 leggur fram eina greiða, tíðarleysa hugsjón og
málsetingar fyri flestu samfelagsøki í teimum frælsu Føroyum.
Við støði í stevnuni verða stevnumið floksins orðað og dagførd við jøvnum
millumbilum. Tey viðgera aktuellu politisku royndirnar og seta ítøkilig mið hjá
flokkinum í dagsins samfelag.
Føroyska tjóðin verður ikki bygd bert við politiskum avgerðum á tingi og í
landsstýri. Tjóðarbygging verður framd á øllum samfelagsøkjum, har orðaskifti
er, avgerðir verða tiknar og mál og mið verða sett fyri framtíðina – har
fólkaræðið livir.
Tjóðveldispolitikkur verður framdur í øllum samfelagsins lutum:
* Í dagligum verki og allastaðni, har fólk samvirka um felags mál.
* Í mentanararbeiði, sosialum arbeiði, fakfeløgum, vinnufeløgum og áhugafeløgum.
* Í ungdómspolitikki – bæði innanlands og í altjóða samstarvi.
* Í politiskum starvi og tiltøkum í lokalfeløgum floksins og Unga Tjóðveldinum.
* Í kommunalpolitikki - lokalt og í felagskommunalum starvi.
* Í landspolitikki - á tingi og í landsstýri.
* Í altjóða politikki – í norðurlendskum samstarvi og í politiskum samstarvi við
flokkar og felagsskapir í øðrum londum.