Eina heila flogvallarbreyt frá veruleikanum
Fyrst av øllum vil eg ynskja Tobba tillukku, nú hann hevur klárað at kludra
málið um flogvøllin upp í ein ellubita, sami Tobbi, sum sendi teldupost til mín
í síðstu viku, har hann fortaldi mær, at hansara støða í flogvallarmálinum er,
at Vága Floghavn skal útbyggjast, og ongantíð ov skjótt!
Tobbi skrivar í grein síni, at um vit byggja
Vága Floghavn út á 1800 metrar, so kann hon ikki brúkast til onnur flogfør, enn
tey, sum Atlantic Airways hevur, og at tað er skilaleyst, tí hesi flogfør vera
ikki gjørd meira.
Eg veit ikki, hvussu stutt minni hjá Tobba er, men eg kann
minna á, at Maersk Air hevur opererað til og frá Vága Floghavn síðan 70-árini
við Boeing 737, sum er mest brúkta flogfar í heiminum, eisini í dag, og verða
hesi flogfør brúkt til ferðafólkaflutning t.d. millum París og London, Kastrup,
Oslo, Bruxel o.s.fr., so eg haldi, at hetta slag eisini skuldi verið ok til
okkum 48000 í Føroyum.
Síðstu tíðuna Maersk Air fleyg upp á Vágar, brúktu teir
Boeing 737-700, sum tekur 140 fólk, so okkurt kann Vága Floghavn brúkast til
kortini!
Vøllurin í Vágum er í dag 1250 metur, og um vit
byggja hann út á 1800 metur, kunnu flogfør sum t.d. Boeing 757 flúgva uppá
Vágar. Hetta eru flogfør, sum taka væl yvir 200 ferðafólk, so eg veit ikki, hvat
Tobbi byggjur sín pástand uppá.
Og so skrivar Tobbi eisini, at grundin til, at
eingin broyting er hend innan flogvallarmálið, er, at lokalpolitikkur er komin
uppí.
Eg meini tað!
Vit vita øll, at stigtakarnir til hesa hólmgongu
eftir Vága Floghavn, eru Tobbi og Bill, saman við Poul og Lisbeth, og so
sjálvandi Finnur, og hvat hava vit sæð?
Jú, í síðstu viku var sjarmutúrur heima hjá
Tobba og Bill í Eysturoy, og hesa vikuna áttu so Poul og Finnur tørn á Hotel
Tórshavn.
Er hetta ikki lokalt?
At enda vil eg siga hesi orð til Føroya fólk,
sum hava fingið at vita, at tænastan verður so nógv betur, um vit fáa ein annan
flogvøll.
Longri flogvøll, størri flogfør, og størri
flogfør, færri fráferðir, so heldur ikki her hongur saman hjá
flogvallagribbunum.
Til síðst vil eg heita á Tobba um ikki at koma
við fleiri jólagávum, og heldur fara sakliga til verka eftir jóla.
Eron Debes