§ 1.

 

Vága Tjóðveldisfelag er felag teirra í Vága valdømi, sum fylkjast um stevnu Tjóðveldisfloksins.

 

§2.

 

Limarætt hava øll, sum eru búsett í Vága valdømi, og sum lúka treytirnar í §1. Atkvøðurætt hava allir limir, sum eru fyltir 18 ár.

 

§3.

 

Endamál felagsins er at reka politiskt starv samsvarandi teirra í §1 nevndu stevnu at styrkja og stimbra samanhaldið millum tjóðveldisfólk, og fyrireika politiskar og aðrar fundir, og millum annað taka til orðaskifti týðandi mál, sum uppi eru í samfelagslívinum.

 

§4.

 

Aðalfundurin ásetur tað árliga limagjaldið.

Aðalfundurin kann gera av, at tann limur, sum er í eftirstøðu við limagjaldi, hevur ikki atkvøðurætt.

 

§5.

 

Hægsta myndugleika hevur aðalfundurin, ið skal haldast á hvørjum ári í desember ella januar.

Nevndin ger av, nær og hvar aðalfundurin verður settur. Eykaaðalfundurin kann verða hildin, tá formaðurin ella meirlutin í nevndini heldur tað vera neyðugt.

 

Eykaaðalfundur skal vera hildin, tá ið í minsta lagi 10 limir skrivliga seta uppskot til dagsskrá til slíkan fund.Aðalfundurin skal lýsast við uppsløgum í teimum bygdum í Vágum, har limir eru. og við 8 daga freisti.

 

Á aðalfundinum gevur formaðurin frágreiðing um virki felagsins í farna ári og leggur fram uppskot til arbeiðsskrá fyri komandi ári. Síðan verður ársroknskapur lagdur fram at góðtaka.

 

Harnæst er nevnadarval og val av einum grannskoðara. At endanum verða viðgjørd onnur mál, sum eru á dagsskrá, ella sum onkur limur ynskir at seta fram uttan um dagsskránna.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

§6.

 

Í nevnd felagsins eru 5 limir. Nevdin velur millum limirnar formann, næstformann, kassameistara og skrivara. Nevndin kanann gera av, at hesi bæði seinast nevndu størvini skulu røkjast av sama nevndarlimi.

 

Nevndin er viðtøkufør, tá í minsta lagi 3 nevndarlimir eru á fundi. Einki uppskot kann samtykkjast av nevndini, uttan í minsta lagi 3 nevndarlimir greiða atkvøðu fyri uppskotinum.

Formaðurin og skrivarin/kassameistarin binda felagið við undirskrift síni. Skrivarin førir nevndar- og fundarbók, ið verður lisin upp á næsta nevndarfundi., og undirskrivað av teimum nevndarlimum, sum vóru á avvarandi fundi.

 

§7.

 

Aðalfundir felagsins eru altíð viðtøkuførir, tá teir eru lýstir lógliga. Allar avgerðir verða tiknar við vanligum meirilutavali. Tó krevja uppskot um at taka felagið av, at í minsta lagi 2/3 av teim møttu limunum greiða atkvøðu fyri uppskotinum. Uppskot um lógarbroytingar skulu sendast limunum í seinasta lagi eina viku, áðrenn tann fundin, sum skal viðgera uppskotið.

 

§8.

 

Tá uppskot verða sett fram um valevni til nevndarlimir eigur at verða ansa eftir, at so vítt gjørligt valevni eru skotin upp úr øllum bygdum í valdøminum. Felagið ger av á aðalfundi ella eykaaðalfundi, hvussu verður stillað upp til løgtingsval í valdøminum.

 

Kemur aðalfundurin ikki ásamt um valevni á fyrsta uppstillingarfundi, verða ein ella um neyðugt, tveir uppstillingarfundir hildnir afturat. Fæst ikki semja um uppstillingarlista á annan hátt, skal triði uppstillingarfundur seta listan á tann hátt, at teir møttu limirnir við skrivligari atkvøðugreiðslu velja valevnini.

 

§9.

 

Limur, ið ætlar at fara úr felagnum, skal skrivliga boða nevndini frá. Arbeiðir limur móti felagnum og tess endamálum, kann ein aðalfundur við vanligum meirilutavali gera av, at viðkomandi skal strikast sum limur í felagnum. Og nevndin skal skrivliga boða viðkomandi frá, at hann er strikaður.

 

Avgerð um striking av felagslimi kann kærast til aðalstjórnina, ið hevur hægsta vald í tílíkum málum.